Íslendingar hugtiknir av "Jóhonnu" og Halli Joensen

Farna vikuskiftið var tjóðarhátíðin hjá vestmannaoyingum. 

 

Vágssluppin "Jóhanna" var við til høgtíðina, og vóru føroysku gestirnir stórliga fagnaðir, og vóru nógvir vestmannaoyingar umborð og vitjaðu 130 ára gomlu sluppina, sum hevur næstan líka nógv ár á baki, sum tjóðarhátíðin hjá Vestmannaoyingum.

 

Stóra íslendska blaðið Vísir gjørdi eitt hugfarslit sjónvarpsinnslag, har til ber at hoyra Hall Joensen syngja sangin um Rasmus saman við manningini umborð á Jóhonnu. Í innslagnum er eisini ein samrøða við Guðmund Kárason Jacobsen.

 

Innslagið sæst og hoyrist HER