Í kvøld klokkan 19.45 spæla íslendingar oddadyst ímóti Kekkia í bólki A í EM-undankappingini í fótbólti. Dysturin verður spældur í kekkiska høvuðsstaðnum, Prag.
Talan er um eitt veruligt oddabrak, tí bæði liðini hava fingið fult stigatal í teimum trimum fyrstu dystunum í undankappingini. Frændur okkara hava á heimavølli í Reykjavík vunnið 2-0 á Niðurlondum og 3-0 á Turkalandi. Harumframt hava íslendingar vunnið 3-0 á Lettlandi á útivølli. Um íslendingar megnað javnleik í Prag í kvøld varðveita teir oddasessin í bólki A uppá betur málmun. Ein sigur hevði givið frændum okkara eina lyklastøðu at spæla seg í EM-endaspælið í Fraklandi, tá havt verður í huga, at Ìsland eigur tveir dystir ímóti Kasakstan og heimadyst ímóti Lettlandi komandi ár.
Íslendingar seta í stóran mun sína vón til Kolbeinn Sigþórsson, sum hevur skotið 16 mál í 26 landsdystum. Við Morgunblaðið sigur Kolbeinn, at tað hevur stóran týdning, at íslendingar halda bæði beinini niðri á jørðini, aftaná tað ótrúliga byrjanina uppá EM-undankappingina. Hinvegin letur hann ongan iva verða um, at íslendingar eru 100 prosent klárir til stóru uppgávuna í Prag í kvøld. - Vit vita hvat skulu gera í hesum dystinum, sigur Kolbeinn, sum vónar, at íslendska liðið finnur spælið teir høvdu ímóti Niðurlondum í Reykjavík fram aftur.
Turkaland og Kasakstan, sum bara hava eitt stig aftaná tríggjar dystir møtast í sama bólki í Turkalandi. Niðurlendingar, sum sera óvæntað bara hava trý stig fyri tríggjar dystir taka ímóti Lettlandi á heimavølli. Tann dysturin byrjar klokkan 17 í dag.
Støðan í bólki A er hendan :
Ísland | 3 | 3 | 0 | 0 | 8-0 | 9 |
Kekkia | 3 | 3 | 0 | 0 | 8-4 | 9 |
Niðurlond | 3 | 1 | 0 | 2 | 4-5 | 3 |
Lettland | 3 | 0 | 2 | 1 | 1-4 | 2 |
Kasakstan | 3 | 0 | 1 | 2 | 3-7 | 1 |
Turkaland | 3 | 0 | 1 | 2 | 2-6 | 1 |