Íslendingar eru teir feitastu í Vesturevropa

Íslenskar kvinnur eru tær feitastu í Evropa, og menninir eru teir næstfeitastu.

Tað stendur at lesa í einari grein í læknatíðarritinum Lancet, sum BBC hevur hugt í.

 

Frágreiðingin lýsir kanningar, sum eru gjørdar í øllum Vesturevropa. Við grundarlagi í tí sokallaða BMI-talinum er niðurstøðan, at 73,6 prosent av teimum íslendsku monnunum eldri enn 20 ár ov feitir. Teir eru sostatt teir næstfeitastu í Vesturevropa. Feitastir eru menninir í Bretlandi, Grikkalandi og Kýpros, har 74 prosent eru ov feitir.

 

Tær íslendsku kvinnurnar eru tær, sum fáa tey hægstu tølini fram, tá tær stíga upp á vektina. Kanningarnar vísa, at 60,9 prosent av kvinnunum í Íslandi eru ov feitar. Næst teimum koma tær á Malta, har 57 prosent hava trupulleikar av fiti ella ovurfiti.