Hetta er upprunamálið í Írlandi, Isle of Man og vestan- og norðantil í Skotlandi, serliga í oyggjunum. Men sum við øðrum smærri málum, er gæliskt trongt burtur av enskum máli.
Sigast kann, at gæliskt er fyrsta mál, sum hevur verið tosað í Føroyum. Nevniliga av írsku munkunum, sum komu higar í síni tíð.
Tað er nokkso stuttligt, at í Skúvoy eru fleiri uppá seg, sum tosa gælisk í dag enn í Skotlandi. Hetta eru Jessie, gift við Meinhard Hentze, sum er ættað úr Hebridunum, og sum hevur gæliskt sum móðurmál. Verður mett, at 50 fólk eru í Skúvoy, so umboðar Jessie 2%, meðan tað er lítið meira enn 1% av skotum, sum tosa gæliskt.
Her kann eisini verða nevnt, at nógvir av hermonnum, sum komu til Føroya undir seinna heimsbardaga, komu av skotsku oyggjunum og tosaðu eisini gæliskt. Hildið var, at bretskir oyggjabúgvar vóru betur egnaðir at senda higar enn fólk av meginlandinum. Fólkið her eigur eisini sín part í tí at verja fólk og føðiland. Undir fyrra heimsbardaga vóru ikki færri enn 2.000 hermenn hiðani. Í nógvum bygdum eru minnisvarðar reistir um teir, sum fullu í krígnum og í høvuðsbýnum Portree er ein minnisvarði reistur yvir 50 mans, sum doyðu í Portree og har á leiðini. Av hesum doyðu 29 sama dag.
Gæliski lærdi háskúlin
Eitt stig at varðveita málið er stovnsetingin av gæliska lærda háskúlanum Sabhal Mór Ostaig á Isle of Skye, har undirvísingarmálið er gæliskt.
Henda háskúla munnu ikki nógv í Føroyum hava vitað um.
Men fyri einum ári síðani kom Lachie Robertson inn á gólvið á Fiskimannafelagnum. Hann var lesandi og skrivaði høvuðsuppgávu, har hann skuldi sammeta føroyska fiskivinnu við fiskivinnuna í skotska hálandinum, t.v.s. í norðara og vestara partinum av Skotlandi. Orsøkin til, at hann valdi hesa samanbering var, at hann júst er ættaður haðani. Hann er nevniliga frá Isle of Skye.
Lachie er 46 ára gamal og er tískil eingin ársungi, tá hugsað verður um, at hann er lesandi. Men upprunaliga er hann fiskimaður og hevur havt ein útróðrarbát í mong ár.
Tosar mál sum tey fæstu skilja
Tað forvitnisliga við Lachie er, at hann tosar gæliskt, og hann las á Sabhal Mór Ostaig á Isle of Skye, sum er einasti hægri skúli í Skotlandi, ið hevur gæliskt sum undirvísingarmál.
Vit fara at greiða eitt sindur frá upprunanum til hesi mál.
Gælisk er eitt keltiskt mál. Keltiskt hevur tvær greinar. Onnur greinin er gæliskt, sum aftur hevur tríggjar greinar. Tað er írskt, skotsk og manx. Hetta seinasta varð talað á Isle og Man, og má metast at vera útdeytt. Tey sum tosa skotskt og írskt skilja so dánt hvønn annan.
Hin greinin av keltiskum er »brythonic« við trimum málum. Breton verður tosað í Bretagne í Fraklandi, welsh í Wales og cornish í Cornwall í Wales.
Hetta seinasta málið hevur verið útdeytt. Tað verður bert tosað av 100 fólkum, men nú verður roynt at skapa lív í tað aftur. Tað er ein góð hjálp, at tað eydnaðist at geva Bíbliuna út á hesum cornish, áðrenn tað hvarv.
Hesar báðar málgreinir hava sama uppruna, men eru tó so fjart nú frá hvørjum øðrum, at tey ikki skilja hvønn annan
Hesar høvuðsmálgreinir verða eisini kallaðar »Q-language« og »P-language«, tí somu grundleggjandi orð byrja ávikavist við q ella p.
Tað áhugaverda er, at upprunamálið í Skotlandi var brythonic, men tað var fyri 1500 árum síðan fortrongt av gæliskum, sum upprunaliga kom við innflytarum úr Írlandi. Teir kristnaðu skotar. Tí gjørdist gæliskt kirkjumálið, og tí kom mál at gerast tað dominerandi.
Upprunaliga vóru málini eins, síðani hava tey, eins og onnur mál hvør sær broytt seg, so ein fittur munur er á teimum. Gæliskt líkist ikki á nakran hátt nøkrum øðrum máli, vit kenna, og tí er tað eisini ringt at læra. Tó er tað á ein hátt lættari enn onnur mál, tí tað hevur bert 18 bókstavir, sum eru ímyndir av trøum, har tey 17 vaksa upprunaliga í Skotlandi og tað 18., víntræið, kemur úr Bíbliuni.
Gæliska málið hevur verið sera kroyst í mong ár. Tað eru bert eini 65.000 fólk, sum tosa tað.
Umframt eru einir 10.000 skotar í Nova Scotia í Canada, sum tosa gæliskt. Teir eru fluttir hagar fyri mongum árum síðani. Teir hava búsett seg saman og hava harvið varðveitt sítt mál. Tað er so væl varðveitt, at sjálvt tey fylgjandi ættarliðini, sum ongantíð hava verið í Skotlandi, tosa upprunaligu dialektirnar hjá foreldrunum. Nógvir írar fluttu eisini til Amerika, men teir hava ikki kunnað varðveitt málið har á sama hátt.
Vóru happað fyri at tosa egið mál
Tað hevur verið stór afturgongd fyri gæliska málið. Í 1890 var talið á teimum, sum tosaðu tað, omanfyri 250.000.
Gongdin er vanliga tann, at eldri fólk, sum tosa gæliskt sínámillum, eiga børn, sum duga tað so dánt. Men teirra børn hava als ongan áhuga fyri málinum. Tá skulu bert trý ættarlið til, inntil málið er horvið. Eitt sum hevur skundað undir hesa gongd er, at fyrr vóru børn happað av ensktalandi, tá tey tosaðu gæliskt. Hetta stuðlaði, sum vera man, ikki undir hugin at læra gæliskt, nú øll skiltu enskt kortini.
Málið er samleiki
Nú er gæliskt gjørt til eina vallærugrein í fólkaskúlanum á Isle of Skye, og tað eru tey flestu, sum velja tað. Tí er talið á næmingum, sum læra gæliskt, økt úr nærum null í 1984 til gott 2000 í 2005.
Málið hevur eisini nakað við samleika at gera, og tí eru tað fleiri, sum vilja halda fast um fedranna mál, so tað ikki skal fara í gloymskuna. Tað verður eisini førdur ein politikkur fyri at varðveita málið.
Ein lykil til at skapa áhuga fyri málinum er gæliskur tónleikur. Meira hann verður dyrkaður, tess størri verður áhugin eisini fyri málinum. Eitt annað stig er eisini at skipa fyri gongutúrum. Nógv av staðarnøvnunum hava gælisk nøvn, og hetta vekir eisini áhuga fyri at læra meira.
Eitt gæliskt orð kenna vit øll
Nakað av gæliskum hoyrist í kringvarpinum. BBC hevur eina útvarpsrás, sum bert sendir á gæliskum allan dagin. Okkurt tíðindablað hevur ein »viðskera« á gæliskum einaferð um mánaðin. Vegaskelti eru bæði á enskum og gæliskum, summi eru bert á gæliskum. Tað sama er við almennum lýsingum.
Bløðini hava eisini ein teig við teksti, sum eisini verður lisin í útvarpinum og á hendan hátt ber til lættari at læra úttaluna.
Teldurnar hava fingið gæliskan tekst, men minni verður gjørt enn hjá okkum at skapa nýggj orð. Tí eitur computer eisini computer á gæliskum!
Tað kann eisini verða nevnt, at tað eru fleiri orð á gæliskum, sum eru kend í enskum og øðrum málum. Her er serliga talan um navnið á einum løgi, sum á gæliskum eitur »visqe beatha«, sum merkir »lívsins vatn«. Orðið visqe er nevniliga tað sama, sum vit kalla whisky!
Lachie vil eisini varðveita gæliskt
Lachie er í somu støðu, sum mong onnur við foreldrum, sum tosaðu gæliskt, og hann vil varðveita teirra samleika, sum merkir, at hann í fyrsta umfari kennir seg sum gæliskan, í øðrum umfari sum skota og síðani sum breta.
Sjálvur er Lachie uppvaksin í eini lítlari bygd á Isle og Skye, sum kallast Elgol. Heima tosaðu tey gæliskt, men tey dugdu sjálvsagt eisini enskt. Lachie eigur tvey børn, og hann roynir at fáa tey at læra seg gæliskt, og tað gongur væl. Hann er giftur enskari konu, og hevur hon roynt at læra seg gæliskt, men hetta hevur verið sera trupult, og tí er tað lættari at tosa enskt heima.
Annars verður roknað við, at umleið 40% av fólkinum á Isle of Skye og har á leið tosa meira ella minni gæliskt.
Umrøddi háskúli, sum Lachie nú gongur á, hevur einar 150 næmingar innan ymisk øki, og hann verður roknaður sum ein týdningarmikil liður í royndini at varðveita gæliska málið.
Høvuðsvitjanin hjá føroyska bólkinum var á gæliska lærda háskúlanum, har greitt varð frá skúlanum.
Hann varð byrjaður í 1973, og tá hann varð vigdur, var Óli Breckmann, sum tá las í Bretlandi, til staðar. Síðan er hann útbygdur fleiri ferðir, og tað verður hann fram-vegis. Væl man hava riggað, tí skúlin fekk ein prís frá sjálvari drotningini í 2002.
Útboðið er eisini stórt. Her kann veljast millum 13 styttri og longri skeið. Skeiðini umfata alt frá gæliskum máli og til skeið í gæliskari mentan og tónleiki.
Talið á næmingum er eisini stútt vaksansdi. Í ár verður roknað við 1135 næmingum. Av hesum eru teir 800 sum taka styttri skeið niður til eina viku. Eisini verður boðin fjarlestur.
Her er eisini eitt bókasavn við teimum bókum, sum eru skrivaðar á gæliskum. Mett verður, at talið liggur um 1000. Árliga útgávan av bókum, sum koma út á gæliskum, er seks! Meðan tað eru 150 á føroyskum.
Tað ber eisini til at búgva á skúlanum fyri ein rímiligan pening.
Í miðal eru her 100 næmingar.
Hetta merkir sjálvandi eisini lokala samfelagið á øllum økjum frá handlum til kirkjur.
Íkast til samfelagið
Háskúlin gevur eisini nógv arbeiðspláss. Tað eru 78, sum hava fulltíðararbeiði, meðan 104 hava parttíðararbeiði. Hetta gevur einar 18 mill kr. til tann lokala búskapin. Samlaði raksturin kostar einar 40 mio krónur. Av hesum rindar staturin umleið helvtina, meðan restin má útvegast á annan hátt, millum annað við skeiðsgjaldi, sum er rættiliga rímiligt. Eitt vikuskeið kostar góð 100 pund ella góðar 1.100 krónur.
Gæliski háskúlin vil fegin hava samstarv við Føroyar, sum tað varð greitt frá í Sosialinum týsdagin.
Tey sum berjast fyri gæliskum máli halda seg hava nógv at læra av føroyingum á hesum økinum, og tað er uttan iva stórur vilji til at hjálpa teimum, tað sum vit kunna.
Tað sæst í lokala blaðnum West Highland Free Press, at tað er rættuliga nógv annað virksemi til frama fyri gæliska málið.
Ì apríl varð árliga Celtic Media Festival hildin, har nógv varð gjørt burtur úr eini nýggjari sjónvarpsrás á gæliskum, sum er í umbúna.
Eisini er gjørdur ein filmur á gæliskum við 16 ára gomlu Anni Macleod í høvuðsleiklutinum. Filmurin varð frumsýndir her. Filmurin hevur seinni verið sýndur á filmfestivali í Cannes og fekk góð ummæli.
Nú vit hava fingið samband við Isle of Skye fara vit kanska at frætta, hvat ið hendur á hesum økinim.