Ísland vann á Týsklandi - Danmark vann aftur stórt á Saudiarabia

Fleiri HM-luttakarar leiktu venjingardystir leygardagin

Ísland vann 31-30 á Týsklandi aftaná at hava verið aftanfyri 14-18 í steðginum, og hesaferð vann Danmark 40-27 á Saudiarabia, ið megnaði at geva frægari mótstøðu hesaferð.

 

Her eru úrslitini frá venjingardystunum leygardagin:

 

USA – Portugal 27:39 (12:19).

Noreg – Brasil 30:23 (13:12).

Ungarn – Slovenia 29:32 (13:13).

Niðurlond – Kekkia 30:33 (12:17).

Bahrein – Rumenia 24:27 (15:15).

Danmark – Saudiarabia 40:27 (20:13).

Týskland – Ísland 30:31 (18:14).

Eysturrríki – Japan 39:30 (17:17).

Spania – Argentina 31:20 (16:10).

Frakland – Egyptaland 33:32 (17:15).

Norðurmakedonia – Ísrael 38:37 (23:19).

Sveis – Cap Verde 29:29 (20:19).

 

Japan, Ísrael, Sveis og Rumenia taka ikki lut í HM-endaspælinum í Pólandi og Svøríki. Hini 20 landsliðini fara at kappast í HM-endaspælinum millum 11. og 29. januar.