Í kvøld er fótbóltslagið framúr gott millum grannar okkara fyri vestan. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Ísland spælt seg víðari úr bólkaspælinum í einari undankapping. Um tað skal eydnast Íslandi at tryggja sær pláss í HM endaspælinum í Brasil næsta summar, fæst at vita millum 15. og 19. november, tá ið Ísland skal spæla ímóti einum øðrum tveyara í europeisku HM undankappingini.
Í kvøld var úrslitið í Oslo 1-1. Treytin fyri íslendskari luttøku í kappingini millum tveyararnar var, at Ísland í kvøld ikki vann minni úrtøku enn kappingarneytarnir úr Slovenia, og tað eydnaðist. Slovenia tapti á útivølli ímóti Sveis, sum við 1-0 sigrinum staðfesti fremsta plássið í bólkinum og harvið rættin at taka lut í endaspælinum næsta summar.
Íslendska úrtøkan var 17 stig, sum var tvey fleiri enn tann hjá Slovenia.
Íslendsku spælararnir vóru ógvuliga fegnir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Fleiri enn trý túsund íslendingar vóru í Oslo í kvøld, og tað gekk rúm tíð, áðrenn áskoðararnir og spælararnir vildu sleppa hvørjum øðrum.
Kring alt Ísland er fagnaðurin stórur í kvøld, og nú verður í spenningi bíðað eftir, hvørjum Ísland skal spæla ímóti um pláss í endaspælinum í Brasil.