Í kvøld verður landsdystur á Tórsvølli. Tað er A-landsliðið hjá kvinnum sum taka ímóti Íslandi í HM-undankappingini. Men skal man trúgva veddingarsíðuni bet365 hava føroysku kvinnurnar ikki stórvegis møguleikar at vinna. Tað er nevnliga so at tú fær peningin aftur heili 34 ferðir so stóran um Føroyar vinna.
Hinvegin eru oddsini fyri at Ísland vinna bert 1.01. So um man tippar 100 krónur. fær man bert 101 krónur. aftur! Javnleikur gevur 29 ferðir aftur. Eisini er møguligt at tippa á Unibet. Har gevur tað 19 ferðir aftur um Føroyar vinna, 14 uppá javnleik og aftur 1.01 at Ísland vinna.
Føroyar og Ísland hittust eisini fyrr í heyst. Tá vunnu íslendsku kvinnurnar 8-0. Dysturin byrjar klokkan 17 og Rás2 sigur frá.
Les eisini: http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/hesar-byrja-imoti-islandi/