Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands, heldur at tað hevur stóran týdning hjá føroysku ferðavinnuni at vera umboðað á Vestnorden Travel Mart. Ferðavinnuskrivstovur úr øllum heiminum koma á stevnuna, at kunna seg um, hvat finst her í útnorðri.
- Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at møta keyparum. Vit møta keyparum, vit kenna frá fyrr av, og fáa høvi at styrkja sambandi við tær, umframt at vit møta nýggjum keyparum, sum forvitnast um, hvat vit kunnu bjóða teimum í Føroyum.
Hon sigur, at umframt at royna at leingja ferðasesongina í Føroyum, millum annað við nýggja lýsingarfilminum, so roynir Visit Faroe Islands at fáa samstarv í lag við íslendskar ferðavinnufyritøkur.
- Vit royna at fáa samband við fyritøkur, ið arbeiða við at fáa ferðafólk til Íslands, serliga úr USA og Asia. Ætlanin er so, at fáa hesar fyritøkurnar eisini at lýsa fyri Føroyum, sum eitt spennandi eyka ting, ein kann gera á túrinum til Íslands. Hjá tílíkum langferðandi ferðafólki er als ikki óvanligt, at steðga á fleiri støðum, og vit kundu hugsað okkum, at Føroyar gjørdist ein veruligur valmøguleiki hjá teimum, sigur Súsanna Sørensen.
Peter Greenberg segði í sínum fyrilestri tá stevnan varð sett, at tað eru fleiri rutur millum USA og Ísland enn millum USA og Danmark, Noreg og Svøríki tilsamans. Tað eru nøkur av hesum mongu ferðafólkunum, sum Visit Faroe Islands kundi hugsað sær funnu vegin til Føroya eisini.
- Fleiri av ferðafólkunum, sum koma til Íslands hava verið her áður, og tey eru sjálvandi áhugað at vitja støð, tey ikki hava sæð fyrr. Tá eru Føroyar og eisini Grønland eyðsýndir møguleikar, sigur Súsanna Sørensen.