Ísland møtir Kroatia

Lutakast hevur verið í Sveis fyri løtu síðani, hvør skal møta hvørjum í play-off.

Lutakast hevur verið í Sveis fyri løtu síðani, hvør skal møta hvørjum í play-off.

 

Lutakastið vildi tað soleiðis, at Ísland skal møta Kroatia á heimavølli 15. november, og í Kroatia fýra dagar seinni.

 

Tað er helst eitt tað frægasta Ísland kundi vóna, tí Portugal og Ukraina eru uttan iva sterkari enn Grikkaland og Kroatia.

 

Lutakastið fall soleiðis út:

 

Portugal-Svøríki

Ukraina-Frakland

Grikkaland-Rumenia

Ísland-Kroatia