Tøl frá íslendsku vinnumálastovuni vísa, at í miðal vóru 4.857 fólk arbeiðsleys í Íslandi í farna mánaði. Í prosentum av arbeiðsmegini var arbeiðsloysi í Íslandi í januar í miðal 2,9 prosent, samanborið við 3,6 prosent í januar í fjør.
Fleiri kvinnur enn menn høvdu einki arbeiði, og tølini vóru ávikavist 2.359 menn og 2.498 kvinnur. Hægst var arbeiðsloysið í útsynningspartinum av landinum, 3,6 prosent, meðan tað var lægst í útnyrðingspartinum, 1,8 prosent.
Tilsamans vóru 1.070 útlendskir ríkisborgarar í Íslandi arbeiðsleysir ímóti endanum á januar, og tað svarar til, at fimtihvør útlendingur er arbeiðsleysur. Av hesum eru teir flestu polendingar, 630 í tali.











