Ísland legði bragdliga fyri

Grannar okkara fyri vestan vunnu fyrsta EM dystin 31-26 á Noregi

Tað er ikki nógv ferðsla í Reykjavík og aðra staðni í Íslandi, tá ið hondbóltslandsliðið spælir. Áhugin er øgiligur, og soleiðis var tað eisini í dag, tá ið Ísland og Noreg spældu fyrsta dystin í EM kappingini, sum er í Danmark.

Dysturin varð spældur í Aalborg, har bæði liðini kendu seg á heimavølli. Tað er stutt tvørtur um Skagerak, og nógvir norðmenn vóru í høllini. Tað eru nógvir íslendingar í Aalborg, Aarhus og aðra staðni í Danmark, og teir høvdu mannað seg rættuliga í Gigantium høllini í Aalborg.

Ísland legði sera bragdliga fyri, og í hálvleikinum var støðan 16-10 til Ísland. Hóast Noreg royndi at svara aftur í 2. hálvleiki, og munurin onkra løtu var trý mál, so varð íslendski sigurin ongantíð rættilig hóttur, og úrslitið varð 31-26.