Ísland kennir seg sett uttanfyri

Íslendska stjórnin er vónsvikin av, at føroyingar hava gjørt semju um makrelbýtið uttan um Ísland.

Íslendingar eru alt annað enn fegnir um, at Føroyar, Noreg og ES hava skrivað undir ein sáttmála um, hvussu makrelkvotan í ár skal býtast, uttan at Ísland er við. 

 

-Hetta kemur óvart á meg, og stjórnini hóvar ikki framferðina í málinum, segði Gunnar Bragi Sveinsson, uttanríkisráðharri, við íslendskar fjølmiðlar í kvøld. 

 

-Vit eru í ferð við at útvega okkum fleiri upplýsingar um hetta, men soleiðis sum málið sær út í løtuni, er tað eitt stórt vónbrot fyri okkum. Vit slakaðu sera nógv og hildu, at vit vóru samdir við ES, hvussu málið skuldi loysast. Tí er tað eitt vónbrot, at teir nú seta okkum uttanfyri, segði uttanríkisráðharin og legði afturat, at tað er líkt til, at onkur hevur arbeitt aftan fyri tjaldið.

 

Vónsvikin av føroyingum

Gunnar Bragi Sveinsson duldi ikki fyri, at hann er eisini vónsvikin av føroyingum. 

 

-Okkum hóvar ikki, at ES hevur hildið okkum uttanfyri, men tað hóvar okkum sjálvandi heldur ikki, at føroyingar hava tikið lut í hesum, tí vit hava staðið saman í málinum, sigur uttanríkisráðharrin. 

 

Gunnar Bragi Sveinsson sigur, at sambært teimum tølum, sum eru komin fram, hava føroyingar, norðmenn og ES býtt alla makrelkvotuna sínámillum, og at einki er eftir til íslendingar. 

 

Uttanríkisráðharrin sigur, at stjórnin fer at umrøða støðuna í morgin, og íslendskir fjølmiðlar skriva í kvøld, at uttanríkisnevndin hjá Altinginum fer á fund í morgin at viðgera tað seinasta í makrelmálinum.