Ísland er í fríum falli

Åge Hareide tapti triðja dystin á rað sum íslendskur landsliðsvenjari, tá Ísland tapti 1-3 fyri Luksemborg í kvøld

Íslendska fótbóltslandsliðið er í fríum falli, og enn hevur Åge Hareide til góðar at fáa stig sum landsliðsvenjari hjá Íslandi.

 

Ísland spældi í kvøld EM-undankappingardyst á útivølli móti Luksemborg í bólki J.

 

Luksemborg sum hevur havt stóran framburð í landsliðsfótbólti seinnu árini vann dystin 3-1. 

 

Tað gjørdi ikki støðuna hjá Íslandi lættari, at Hörður Björgvin Magnússon fekk seinna gula kortið í 73. minutti.

 

Íslendsku miðlar eru rættiliga atfinningarsamir móti Åge Hareide, ið annars gjørdi tað gott sum landsliðsvenjari hjá Danmark, árini 2016 til 2020. 

 

Luksemborg 3 - 1 Ísland

1-0 Maxime Chanot ('9 , br.)

2-0 Yvandro Borges Sanches ('70 )

2-1 Hákon Arnar Haraldsson ('88 )

3-1 Danel Sinani ('89 )

 

Ísland hevur aftaná fimm dystir bert trý stig, ið teir tryggjaðu sær í einum 7-0 sigri á Liktinstein á útivølli. Hetta var áðrenn Åge Hareide var settur í starvið sum landsliðsvenjari. 

 

Portugal er fremst í undanbólki J við fullum stigatali, 15 stig aftaná 1-0 sigur á Slovakia í Bratislava.

 

Bosnia Hersogovina vann tepran 2-1 sigur á Liktinstein í Sarajevo.

 

Mánakvøldið klokkan 19.45 tekur Ísland móti Bosnia Hersogovina á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Sama kvøld tekur Slovakia móti Liktinstein, og Portugal tekur móti Luksemborg.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Portugal550015:015
2Slovakia53115:210
3Luksemborg53117:710
4Bosnia Hersogovina52035:86
5Ísland51049:93
6Liktinstein50051:160