Í annaðkvøld klokkan 19.30 og leygardagin klokkan 17.30 spælir føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum venjingardyst móti Íslandi.
Talan er um tveir týdningarmiklar dystir í fyrireikingunum til EM-endaspælið, ið verður í Týsklandi í januar.
Ísland er greiður favorittur hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin, ið verður leiktur í annaðkvøld.
Miðaloddsini upp á íslendskan heimasigur eru 1,10.
Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 8,81.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 15,66.
So her er talan um eina greiða favorittstøðu hjá íslendsku vertunum.
HER eru oddsini:
##med2##












