Millum fleiri meiri og minni óvæntað úrslit í kvøld, eydnaðist tað Íslandi at vinna á Albania 2-1, og harvið liggja granarnir fyri norðan á øðrum plássi í sínum bólki atan fyri Sveits.
Hóast Albania kom á odda eftir bert níggju minuttum við máli av Valdet Rama, gingu bert fimm minuttir, til Birgir Bjarnason hevði javnað fyri Ísland.
Tveir minuttir eftir steðgin skoraði Kolbeinn Sigþórsson so sigursmálið, sum førdi Ísland upp á annað pláss.
Í sama bólki er eisini Noreg, sum á heimavøli mátti lúta 0-2 fyri Sveits, sum liggur greitt á odda í bólkinum við 17 stigum fyri 8 dystir. Ísland á øðrum plássi hevur 13 stig.