Islamiskur Statur átekur sær ábyrgd á Sri Lanka

Tey, sum framdu álopið, eru kríksfólk frá Islamskum Stati, stendur í eini fráoðan frá propagandaskrivstovu.

Tíðindastovan hjá Islamskum Stati, Amaq, skrivar, at bólkurin hevur ábyrgdina av bumbuálopunum á Sri Lanka.
Eingi prógv verða løgd fram ella nakað, sum undirbyggir ástandi um, at Islamskur Statur hevur framt álopini, sum hava kostað fleiri enn 320 fólkum lívið.
– Tey, sum framdu álopini vend ímóti limum í USA-stýrdu samgonguni og kristnum á Sri Lanka fyrradagin, eru krígsfólk frá Islamskum Stati, stendur skrivað.
Eingin veit um, at IS fyrr hevur verið virkið á Sri Lanka, ella at islamistbólkar í landinum hava havt samband við bólkin.
– IS-viðhaldsfólk hátíðarhalda alt, líka mikið um tað er IS ella ikki. Tey frøast, tá Vesturheimurin, kristin ella jødar vera álopnir, sigur Amarnath Amarasingam, sum sjálvur er úr Sri Lanka og er knýttur at Institute for Strategic Dialogue (ISD). Hann hevur sagt hetta við norsku tíðindastovuna NTB.

/ritzau/AFP