Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru fimm partrolarapør til fiskiskap. Væntandi er, at øll hesi koma inn at landa mánadagin og leggja síðan stilt til jólar.
Í mun til partrolararnar, var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap í gjár. Hesin fiskar upsa og kemur inn at landa mánadagin.
- Tríggir trolbátar eru til fiskiskap. Tveir fiska havtasku. Hin triði fiskar tosk og hýsu. Trolbátarnir koma inn at landa mánadagin ella týsdagin.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip er til fiskiskap í løtuni. Skipið er á svartkalvaveiði og kemur eisini inn at landa mánadagin.










