Ítróttasamband Føroya hevur latið gjørt tørvskanning av ítróttaanleggum í Føroyum. Í kanningini verða fysisku karmarnir hjá ymsu ítróttagreinunum lýstar, og skal hetta ætlandi brúkast sum amboð til at stafðesta, hvar tørvurin á útbyggingum er størstur.
Samstundis nýtir ÍSF høvið til at staðfesta, at verandi hølisumstøðurnar hjá ÍSF als ikki eru nøktandi.
- Ein og hvør, sum hevur sína gongd í ÍSF-húsinum, sær, at húsið er ov lítið. Summi sersambond hava eina lítla skrivstovu at húsast í, men fleiri hava onga, og salurin á ovastu hædd er so trongur, at tá 30-40 fólk eru inni, er fullsett og ógvuliga heitt, skrivar ÍSF millum annað í frágreiðingini.
- Eitt høvuðssæti vísir, hvørja ambitión tey hava, sum húsast í tí. Føroyskur ítróttur hevur stórar altjóða ambitiónir, og ÍSF má tí fáa eitt sæti, sum endurspeglar hendan veruleika.
- Nýggja høvuðssætið hjá ÍSF skal gerast sendistovan hjá føroyskum ítrótti og miðdepilin í allari ítróttaligari menning næstu árini. Verða ongi stig tikin til at byggja nýtt sæti, fer orkan at verða nýtt til at pjøssa upp á og viðlíkahalda verandi bygning, og tað verður ikki nøktandi.
- Havast skal í huga, at ÍSF-høvuðssætið er bygningurin, sum eisini útlendskir gestir og fjølmiðlar verða bodnir inní, tá teir vitja. Í verandi húsi er ikki so frægt sum ein skrivstova tøk at bjóða gestum og fjølmiðlum at brúka. Haraftrat er heldur ongin lyfta til fólk, ið bera brek. Fólk mugu tí lyftast upp ígjøgnum trappurnar, tá fundur er í salinum á loftinum.
- ÍSF heitir á landsmyndugleikarnar um at seta pening av til at byggja nýtt høvuðssæti, sum kann gerast karmur um eina líka stóra menning í føroyskum ítrótti næstu næstu 25 árini sum farnu 25 árini, verður staðfest í frágreiðingini, sum kann lesast HER.










