Tíðindastovan hjá IS, Amaq, sigur, at tað vóru tveir av teirra hermonnum, sum framdu gíslatøkuna í kirkjuni í norðurfraklandi í morgun.
Ein 84 ára gamal prestur varð hálshøgdur og fýra særd, ein teirra álvarsliga, tá tveir menn tóku seg inn í eina kirkju, meðan messa var. Menninir vóru vápnaðir við knívum. Ein prestur, tvær nunnur og nøkur kirkjufólk vóru tikin gíslar, men tað eydnaðist einari nunnu at flýggja og boða løgregluni frá hendingini.
Menninir vóru skotnir, tá teir komu út úr kirkjuni.
Franski forsetin Francois Hollande segði fyrr í dag, at menninir søgdu seg umboða IS.
- Vit mugu vinna hetta stríðið, segði hann við franskar miðlar.