IS rakti russiska hernaðartyrlu

Hóast islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin er undir hørðum trýsti og missir landaøki í heilum, so merkir tað ikki, at felagsskapurin er heilt vandaleysur.


Fríggjadagin eydnaðist tað nevniliga yvirgangsfelagsskapinum at skjóta niður eina russiska hernaðartyrlu. Báðir tyrluskipararnir doyðu í álopinum, upplýsir russiska verjumálaráðið sambært Ritzau.


Tyrluskipararnir royndarflugu tyrluna, eina Mi-25, tá fólk úr IS skutu eftir henni.


- Tyrluskipararnir høvdu brúkt alt lóðrið og vóru á veg aftur, tá yvirgangsfólkini lupu á teir og skutu tyrluna niður, sigur russiska verjumálaráðið.


IS vóru sum vanligt skjótir at taka ábyrgdina fyri álopið, og skrivaðu á netinum.


- Hermenn hjá kalifatinum skutu eina russiska hernaðartyrlu niður, tá hon royndi at loypa á. Tað endaði við, at hon varð oyðiløgd og tey, ið vóru umborð, vórðu dripin, skrivar felagsskapurin á netinum.


Álopið hendi nærhendis sýriska býnum Palmyra, ið fyri stuttum varð endurtikin av sýriskum stjórnarherum eftir, at yvirgangsfelagsskapurin hevði hertikið býin.