IS hevur tikið ábyrgdina

Islamski yvirgangsfelagsskapurin, Islamski Staturin, hevur tikið ábyrgdina fyri yvirgangsálopið í Nice, har Mohamed Lahouaiej-Bouhlel drap 84 fólk.


Tað er Amaq, ein miðil, ið stuðlar IS, ið endurgevur felagsskapin fyri at taka ábyrgdina av álopinum.


- Persónurin, ið framdi álopið í Nice, Fraklandi, har hann koyrdi á fleiri fólk, er ein av soldatunum hjá Islamska Statinum, skrivar tíðindastovan og leggur afturat.


- Álopið var eitt svar til ákallanina at loypa á íbúgvar í tjóðum, ið eru partur av hernaðarsamgonguni, ið stríðist móti Islamska Statinum.


Franskir myndugleikar kanna um nakað hald er í fráboðanini, men hava enn ikki staðfest nakað samband millum 31 ára gamla yvirgangsmannin og yvirgangsfelagsskapin.