Í annaðkvøld klokkan 19.45 byrjar dysturin í deild C í Nations League millum Føroyar og Luksemborg. Luksemborg vann 2-0 á Litava á útivølli, og tí verður talan um torføran dyst hjá Føroyum.
Luksemborg hevur gjørt stór framstig farnu árini.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tað verður ein 31 ára gamal íri, ið verður høvuðsdómari. Robert Hennesey hevur fitt av royndum frá heimligu, írsku kappingini, men ikki tær nógvu altjóðu royndirnar.
Higartil hevur Robert Hennesey dømt tveir undankappingardystir og ein venjingardyst í A-landsliðshøpi. Tó hevur hann dømt 14 ungdómslandsdystir.