Iron Maiden á CopenHell

Ensku tungmálms legendurnar Iron Maiden eru júst kunngjørdar sum høvuðsnavn á CopenHell.

Ensku tungmálms legendurnar Iron Maiden eru júst kunngjørdar sum høvuðsnavn á CopenHell.

Føroyingar í stórum tali plaga at vitja tungmálmsfestivalin í Keypmannahavn, og tað man neyvan vera ivi um, at nýggjasta navnið á plakatini fyri 2014 dregur nógvar føroyingar til Danmarkar.

Iron Maiden enda í summar sína risa Maiden England konsertferð, har teir spæla løg, ið teir góvu út í 80’unum krydda við einstøkum løgum úr 90’unum.

Tá konsertferðin endar, hava fleiri enn 2 mió fólk verið á 102 konsertum í 32 londum.

Umboðsmaðurin hjá Iron Maiden Rod Smallwood, sigur við heimasíðuna hjá CophenHell, at henda konsertin verður seinasti møgulleiki nakrantíð at at uppliva fleiri av klassisku Iron Maiden sangunum live í Danmark.

CopenHell verður hildin frá mikudegi 11. juni til fríggjadag 13. juni komandi ár.

Atgongumerkjasølan byrjar kl. 9 føroyska tíð í morgin fríggjadagin 13. desember.