Iron Lungs á Wacken Metal Battle Føroyar

Iron Lungs er ein rættuliga nýggjur bólkur, ið verður við á Wacken Metal Battle Føroyar fyri fyrstu ferð.

Iron Lungs er ein rættuliga nýggjur bólkur, ið verður við á Wacken Metal Battle Føroyar fyri fyrstu ferð.

Fleiri av limunum hava tó royndir innan málmtónleik, og hava verið við í kappingini við øðrum bólkum. Hetta var ein av bólkunum, ið spældu til Tungmálmsjólakonsertina í Perluni.

Teir spæla tað teir kalla Slow Prog Metal, og lova fólki sera tungar rútmur.

Frammanundan er greitt at Reduced to Ash verður millum bólkarnar, ið fara at kappast á Wacken Metal Battle Føroyar í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið.