Áirnar á Selatrað enda nú í Løgtinginum

John Johannessen, landsstýrismaður í innlendismálum, skal nú siga sína hugsan um ætlanina hjá SEV at taka áirnar á Signabø til at gera streym burtur úr.

Kári P. Højgaard, tigmaður fyri Sjálvstýrisflokkinum, hevur spurt hann, hvussu langt politiski myndugleikin vil fara í ætlanini at turrleggja øki, sum hann málber seg.

Hann spyr, sum SEV ikki longu hevur tikið ta vatn, felagsskapurin hevur fingið loyvi til at taka og hann vísir eisini á, at mótstøðan hjá fólki á Selatrað og aðrastaðni, ímóti ætlanini, er so stór, at tað er at meta sum eitt fólkakrav, at áirnar fáa frið.

Myndin er av Blásenda.