Um vikuskiftið verður forkunnugur sangari at hoyra í Irish Pub á Skálatrøð. Irish Pub fær nevniliga vitjan av Steve Falconer, sum er ein kendur trubadurur í USA.
Um vikuskiftið fær Irish Pub vitjan av Steve Falconer. Steve er ættaður úr Chicago og spælir á nógvum írskum pubbum kring heimin.
Hann spælir allan tónleik, tó er mest talan um írskan fólkatónleik. Steve er mangan at hoyra í eitt nú The Dubliners í Keypmannahavn, har nógvir føroyingar plaga at støkka inn á gólvið.
Irish Pub hevur javnan livandi tónleik á skránni, og í summar verður einki øðrvísi. Irish Pub boðar frá, at í summarhálvuni fær Irish Pub vitjan av útlendskum trubadurum, sum ferðast runt í Norðurlondum, og leggja leiðina oman á Skálatrøð.
So fríggjakvøldið og leygarkvøldið ber til at leggja oyra til Steve Falconer, ið spælir frá kl.00.00 03.30
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.