IRF skal vera grønari

- Vit breiða út hugsjónina um ringbúskap, sum í stuttum gongur út uppá, at náttúrutilfeingið verður brúkt umaftur og umaftur, sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF

At IRF bara er ein brennistøð og eitt stað, har ting verða koyrd burtur, er ein hugburður, sum IRF nú fer at royna at broyta, tí IRF er annað og meira enn bara ein innsavnari av burturkasti, sum síðani verður beint burtur.

- Vit royna at vera partur av og at breiða út hugsjónina um ringbúskap, sum í stuttum gongur út uppá, at vit taka hond um náttúrutilfeingið, so tað verður brúkt umaftur og umaftur, heldur enn at verða koyrt burtur, tá tað er brúkt eina ferð, sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.

Í sambandi við, at IRF vil gera meira vart við sín "grøna samleika", er millum annað útskrivað ein búmerkjakapping, har dentur verður lagdur á at lýsa høvuðsendamálið hjá IRF, sum er at fyribyrgja dálking av føroyska umhvørvinum. Ætlandi skulu búmerkið og litirnir í tí ganga aftur í øllum kunningartilfari, heimasíðu og øðrum hjá IRF.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Aslaug Gisladóttir.