IRF leggur dent á endurnýtslu


IKlaksvík: Gjøgnum farna árið hevur IRF lagt seg eftir at skilja alt burturkast á ein slíkan hátt, at tað kann sendast víðari til endurnýtslu.
Endurnýtsla er eitt nýtt hugtak í føroyskum høpi, sum IRF hevur roynt at fingið fólk at tikið til sín. Hetta verður millum annað eisini gjørt í nýggja álmanakkanum, sum IRF gav út í byrjanini av hesum árinum.

Stór broyting farin fram
Interkommunali Renovatións Felagsskapurin tekur sær stutt sagt av øllum viðvíkjandi tí burturkastinum, sum hvørt húsarhald dagliga letur av sær.
Teir bera okkum ruskposar til dyrnar, teir avheinta teir og teir burturbeina alt ruskið.
Felagsskapurin varð stovnaður í 1989, og hevur í dag um 60 fólk í føstum starvi.
Ì byrjanini varð alt rusk og burturkast antin brent ella tyrvt, men í dag verður ein stórur partur av hesum sendur til Danmarkar til endurnýtslu.
Hetta veri seg pappír, jarn, dekk og eisini stórsekkir til alibrúk.

Hvørt húsarhald tríggjar posar
Ì dag fær hvørt húsarhald tríggjar posar at koyra burturkastið í; ein hvítan posa til reint og turt pappír, ein grønan posa til vandamikið burturkast og eisini ein gráan posa til alt, ið skal brennast.
À hendan hátt byrja fólk longu heima at skilja burturkastið, og sparir hetta nógv uppá brenniovnin hjá IRF, sum stendur í Leirvík.
- Sum heild hava fólk tikið væl ímóti nýggju skipanini við trimum ruskposum, og vit fáa nógvar postivar viðmerkingar allastaðnis frá, sigur Victor Dánjalsson, sum hevur dagligu ábyrgdina av viðurskiftinum hjá IRF í Norðuroyggjum.

Nýggjur álmanakki
Ì byrjanini av hesum árinum gav IRF ein álmanakka út, sum saman við vøkrum myndum skal hjálpa og rættleiða fólki viðvíkjandi viðgerðini av burturkastinum.
Eisini verður skilliga greitt frá, hvør bygd hoyrir til hvat øki, og nær posarnir verða heintaðir á teim ymsu økjunum.
À baksíðini á hvørjari mynd er tekstur skrivaður, ið sigur frá ymsum viðurskiftum viðvíkjandi burturkasti.
- Fólk eru sera glað fyri álmanakkan, og tey brúka hann nógv, frætta vit frá Victor.

Alt landið undantikið Suðurstreymoy
Fyri eini tíð síðani legðist Vágoyggin eisini undir økini hjá IRF, og í teim komandi vikunum koma Sandoy, Nólsoy, Suðuroy og Skúvoy eisini undir IRF.
Tað vil siga, at IRF tá fer at taka sær av viðurskiftunum viðvíkjandi burturkasti í øllum landinum, tó undantikið Suðurstreymoy, sum hevur sína egnu skipan.