IRF hevur havt aðalfund á Hotel Hafnia í dag, har millum annað roknskapurin varð lagdur fram. Úrslitið er, at felagsskapurin hevði eitt avlop í 2010 á 4,9 miljónir krónur. Bruttoúrslitið gjørdist 46,12 miljónir krónur, sum er 5,45 miljónir krónur betri enn í 2009. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt yvirskot á 4,94 miljónir krónur, sum er 5,10 miljónir krónur betri enn í 2009.
- Árið 2010 hevur hilnast rímiliga væl, og IRF hevur tikið ímóti 5,9% meira burturkasti enn í 2009, samstundis sum alt burturkast, sum lá á goymslu eftir stóru umbyggingina av brennistøðini á Hagaleiti og umlastingarstøðini á Gjánoyri, er fingið til høldar, sigur felagsskapurin.
Rakstrarúrslitið fyri 2010 er sum mett frammanundan. Inntøkurnar eru 9,10 miljónir krónur hægri enn í 2009, meðan útreiðslurnar eru 2,96 miljónir krónur hægri.
Øktu inntøkurnar stava í høvuðsheitum frá virkjum og sølu av endurnýtslutilfari. Avskrivingarnar eru eisini hægri enn í 2009.
Aðalfundurin samtykti at hækka limagjaldið fyri 2012.
- Ruskgjaldið hækkar úr 1.085 uppí 1.095 krónur fyri hvønn íbúgva, og rottangagjaldið hækkar úr 180 til 190 krónur fyri hvønn íbúgva um árið í limakommununum, sigur IRF í tíðindaskrivi eftir aðalfundin.