Irene kravdi 32 mannalív í USA

Myndugleikarnir í USA siga nú, at tann tropiska ódnin Irene kravdi 32 mannalív, tá hon herjaði fleiri statir har eysturi í landinum um vikuskiftið. Í New York doyðu seks fólk, og talið á deyðum var tað sama í statunum North Carolina og Pennsylvania. Harafturat kravdi ódnin mannalív í statunum Virginia, New Jersey, Connecticut, Florida, Vermount og Maryland.

Áðrenn Irene kom til USA, hevði hon kravt fimm mannalív í Karibia.

Fleiri milliónir amerikanarar mistu streymin í ódnarveðrinum, og nógv hava framvegis ongan streym. Tryggingarfeløgini eru so smátt við at gera skaðan upp, og greiningarfelagið Eqecat hevur roknað seg fram til, at Irene hevur gjørt skaða fyri millum fimm og sjey milliardir dollarar ella millum 26 og 26 milliardir krónur.