Massoud Fouroozandeh er fyrrverandi muslimur úr Iran. Hann er føddur í Teheran í 1970, men sum blaðungur drongur flýddi hann úr Iran eftir kurdisku fjøllunum til Turkalands og víðari til Danmarkar. Har gjørdist hann kristin og fór at lesa gudfrøði.
Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur.
Í 1997 stovnaði hann missiónsrørsluna "Church of Love", við deildum í Keypmannahavn, Odense, Århus og Malmø.
Í 2014 varð "Church of Love" góðkend sum valmeinigheit av danska kirkjumálaráðnum. Sostatt er Mossoud fyrsti prestur í Danmark, sum er umvendur frá islam til kristindómin.
Hóskvøldið 12. mars verður høvi hjá fólki at hoyra Massoud Fouroozandeh greiða frá síni søgu. Eisini verður høvi at seta honum spurningar. Hetta verður í Kelduni í Skálafirði, klokkan 20.










