Keldur siga við Reuters seinnapartin í dag, at iranski verjumálaráðharrin, Amir Nasirzadeh, skal vera dripin í ísraelskum álopum á Iran í morgun.
Sagt verður, at eisini fyrrverandi leiðarin fyri iransku kollveltingarhirðuna, Mohammad Pakpour, helst eisini hevur latið lív í álopunum.
Iran hevur tó ikki váttað hesi tíðindi. Hinvegin sigur ísraelsk kelda við Reuers, at fleiri "sentralir iranskir persónar" eru deyðir.
Iranski verjumálaráðharrin, Amir Nasirzadeh, sum er maðurin á myndini omanfyri, varð útnevndur til verjumálaráðharra á heyst í 2024.
Hann hevði eina bakgrund í iranska flogvápninum og gjørdist leiðari fyri kollveltingarhirðuna, eftir at táverandi leiðarin varð dripin í amerikanskum álopi á Iran í fjør summar.
Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur í dag, at honum kunnugt er ovasti andaligi leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, ikki dripin.
Verdens Gang skrivar, at ísraelskir myndugleikar í kvøld er komnir við ábendingum um, at Ayatollah Ali Khamenei eisini kann vera deyður í álopunum á Iran í morgun.
Tað er tó lítið, sum bendir á, at hald er í hesum tíðindum, men hvussu er og ikki, fer tíðin at vísa.











