Sambært Abbas Araghchi liggur tað í kortunum, at nýggjur fundur verður í vikuni millum hann og serliga sendimannin hjá Donald Trump, Steve Witkoff, og ætlandi verður fundurin í Genéve

Iranski uttanríkisráðharrin trýr upp á semju við USA

Leiðslan í Teheran hevur hildið fast við, at Iran hevur fullan rætt til at hava eina sivila kjarnorkuætlan, sum merkir, at ætlanin snýr seg um orku og ikki um hernaðarlig endamál

Sambært Abbas Araghchi liggur tað í kortunum, at nýggjur fundur verður í vikuni millum hann og serliga sendimannin hjá Donald Trump, Steve Witkoff, og ætlandi verður fundurin í Genéve

Abbas Araghchi, sum er iranskur uttanríkisráðharri, heldur, at góðir møguleikar eru fyri, at Iran og USA fara at semjast um eina nýggja kjarnorkuavtalu.

 

Sambært Araghchi liggur tað í kortunum, at nýggjur fundur verður í vikuni millum hann og serliga sendimannin hjá Donald Trump, sum kallast Steve Witkoff.

 

Í samrøðu við CBS News sigur hann, at hesin fundur ætlandi verður í Genéve.

 

USA krevur, at Iran gongur við til eina nýggja kjarnorkuavtalu, og amerikanski forsetin hevur hótt við hermegi, um Iran ikki tekur undir við hesum.

 

Sambært óváttaðum tíðindum krevur USA, at Iran leggur allar sínar kjarnorkuætlanir á hillina.

 

Leiðslan í Teheran hevur hildið fast við, at landið hevur fullan rætt til at hava eina sivila kjarnorkuætlan, sum merkir, at ætlanin snýr seg um orku og ikki hernaðarlig endamál.

 

Samstundis hevur leiðslan í Iran sagt, at landið ikki hevur nakrar ætlanir um at menna kjarnorkuvápn.

 

Lesið eisini - 

 

Støðan er spent https://www.in.fo/news-detail/norsk-herfolk-fara-ur-irak

 

 

 

 

 

Sambært Abbas Araghchi liggur tað í kortunum, at nýggjur fundur verður í vikuni millum hann og serliga sendimannin hjá Donald Trump, Steve Witkoff, og ætlandi verður fundurin í Genéve