Men amerikanski forsetin hevur ongan hug at tosa við starvsbróðurin í Teheran. Iranska sjónvarpið sigur, at Mahmoud Ahmadinejad, forseti, vil fegin á fund við amerikanska forsetan, George W. Bush, so teir kunnu tosa um mál av felags áhuga.
Men Bush hevur ongan hug at hitta starvsbróðurin.
-Hatta er bara ein roynd at fáa fólk at hugsa um okkurt annað enn iransku kjarnorkuverkætlanina, sigur ein talsmaður hjá tjóðskaparliga trygdarráðnum í Washington.
Talsmaðurin leggur afturat, at USA er sinnað at hava eitt opið orðaskifti við Iran, um landið gevst við at ríka uran, sum kann brúkast til kjarnorkuvápn.










