Mahmoud Ahmadinejad fer til Bagdad at vitja iraksku leiðararnar 2. mars Viðurskiftini millum Irak og grannalandið Iran batna í hvørjum, og í dag bleiv upplýst, at iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, fer til Bagdad at ferðast tann 2. mars.
Vitjanin verður tann fyrsta av sínum slagi nakrantíð, og eftir ætlanini steðgar iranski forsetin tveir dagar í Bagdad. Har skal hann hitta Jalal Talabani, forseta og Nuri al-Maliki, forsætisráðharra.
Iran og Irak vóru í blóðigum kríggi frá 1980 til 1988. Tá ráddi Saddam Hussein í Bagdad og ayatollah Khomeini í Teheran.