Í Iran hevur stjórnin sett sær fyri at brúka meiri enn fýra milliardir krónur til eitt landsumfatandi breiðbandskervi.
Mohammad Khatami, sum fer úr forsetaembætinum um stutta tíð, sigur, at tað nýggja kervið fer at gera Iran til ein týðandi samskiftismiðdepil. Kervið, sum hevur fingið heitið "tann talgildi Silkivegurin", fer at gera Iran ført fyri at hava telesamskifti við allan heimin, sigur Khatami.-
Í fyrsta umfari skal tað nýggja kervið hava samband við Pakistan, Aserbajdjan, Armenia, Turkmenistan, Afghanistan, Kuwait og Sameindu Arabisku Emiratini.
Iransku myndugleikarnir rokna við at økja talið á telefonlinjum úr 22 í 80 milliónir innan 2010, og at í sama tíðarskeiði fer talið á iranskum internetbrúkarum at økjast úr 5,5 í 35 milliónir.









