Iran: - Vit ynskja ikki at samráðast við USA

- Iran fer ikki samráðast við nakran, fyrr enn Ísrael gevst við sínum álopum, sigur iranski uttanríkisráðharrin

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur, at landið ynskir ikki at samráðast við USA.

 

Orsøkin er, sigur hann, at USA er partur av "ísraelska kriminalitetinum" móti Iran, sum hann tekur til.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur iranska uttanríkisráðharran.

 

Sambært diplomatiskum keldum skulu USA og Iran hava havt samrøður, nú Ísrael og Iran eru í kríggi.

 

Hetta heldur Reuters seg vita.

 

Men, iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, vísir aftur, at slíkar samrøður hava verið millum londini.

 

- Iran fer ikki samráðast við nakran, fyrr enn Ísrael gevst við sínum álopum á Iran, leggur uttanríkisráðharrin aftrat.