Tað er uttanríkisráðharrin í Iran, Hossein Amir-Abdollahian, sum upplýsir um søluna, men sum skilst á útlendskum miðlum er hann ikki serliga greiður í sínum útsagnum.
Hildið verður, at tað serliga eru iransku sjálvmorðsdronurnar - ella kamikazedronurnar - sum Russland hevur brúkt fyri at raka undirstøðukervið í Ukraina.
- Vit seldu eitt avmarkað tal av dronum til Russlands fleiri mánaðir, áðrenn kríggið byrjaði, segði iranski uttanríkisráðharrin við tíðindafólk í høvuðsstaðnum Teheran í dag.
Higartil hava iransku myndugleikarnir sýtt fyri, at Iran hevur latið Russlandi vápn til nýtslu í krígnum móti Ukraina, sjálvt um landið viðurkennur at hava eitt verjusamstarv við Russland.
Í Iran hava myndugleikarnir annars sagt, at teir eru neutralir í stríðnum millum Russland og Ukraina, og at teir ikki hava selt nøkrum av pørtunum vápn.
So seint sum í hesi vikuni segði iranski ST-sendimaðurin, at ákærurnar móti Iran um sølu av vápnum eru púrasta grundleysar, og hann endurtók neutralu støðuna hjá landinum til kríggið í Ukraina.
Ukrainsku myndugleikarnir siga, at teir hava skotið niður fleiri hundrað kamikazedronur av slagnum, Shahed-136, meðan aðrar hava rakt mál í Ukraina.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at kamikazedronurnar spreingjast, tá tær raka mál, og mett verður, at Russland hevur keypt 2400 slíkar dronur úr Iran.