Iran fer at slíta samráðingarnar um landsins kjarnorkuverkætlanir, um trygdarráðið hjá ST samtykkir at seta nýggj tiltøk í verk ímóti landinum. Tað sigur forsetin, Mahmoud Ahmadinejad.
-Eg havi sagt fyrr, at amerikanska stjórnin og hennara sameindu mistaka seg, um tey halda, at tey kunnu seta tiltøk í verk ímóti okkum og síðani samráðast við okkum, sigur iranski forsetin. Hann mælir ístaðin fyri Vesturheiminum til at góðtaka ta avtaluna, sum Iran gjørdi við Turkaland og Brasil herfyri.
-Ta er ein góð avtala, sum amerikanararnir og teirra sameindu eiga at góðtaka. Teir fáa ikki hendan møguleikan eina ferð afturat, sigur Ahmadinjad.
ST-trygdarráðið fer seinni í dag at umrøða møgulig nýggj tiltøk ímóti Iram fyri at fáa landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.