Iran: USA skal steðga flogbera

Spenningurin millum USA og Iran veksur í hvørjum. Tað seinasta er, at nú hevur iranska stýrið ávarað USA ímóti at lata flogberan George Washington fara ígjøgnum Hormuz-sundið.

Flogberin, sum er ein partur av 5. amerikanska herflotanum, er á veg til Persaflógvan.

-Vit leggja dent á, at skipið skal ikki sigla til sína havn í Persaflógvanum, og vit ætla okkum ikki at endurtaka hesa ávaringina, sigur ovastin fyri iranska herflotanum, generalurin Ataollah Salehi, sambært fronsku tíðindastovuni AFP.

Iran spenti í gjár teir hernaðarligu vøddarnar eitt sindur afturat, tá landið royndi tvær langtberandi rakettir í sambandi við eina herflotavenjing í Hormuz-sundinum.