Iransku myndugleikarnir skipaðu fyri hátíðarhaldi, tá landsins fyrsta kjarnorkuverk varð tikið í brúk í morgun. Umframt umboð fyri prestastýrið vóru umboð fyri Russland og altjóða kjarnorkustovnin IAEA hjástødd.
Arbeiðið at byggja kjarnorkuverkið byrjaði longu í 1975 við týskari hjálp, men steðgaði aftan á kollveltingina í 1979. Í 1995 bleiv arbeiðið tikið uppaftur við hjálp frá russum, men kortini tók tað 15 ár afturat at gera verkið liðugt.
USA og fleiri lond í Evropa vilja vera við, at Iran ætlar at gera kjarnorkuvápn og hava sett ymisk tiltøk í verk ímóti landinum. Iranar avsanna, at teir ætla at fáa sær kjarnorkuvápn, og tað endurtók Mahmoud Ahmadinejad, forseti, undan hátíðarhaldinum í morgun.