Iranska stjórnin hevur biðið seks fyritøkur finna støð til tey seks kjarnorkuverkini, og sambært áheitanini skulu feløgini finna tey røttu plássini innan eitt ár. Sambært myndugleikunum vóru fyritøkur í Kanada, Russlandi og Sveis við í útbjóðingini, men avgjørt varð at lata iranskar fyritøkur fáa arbeiðið.
Iran hevur einki kjarnorkuverk, men eitt er í gerð í Bushehr. Tað verður bygt við russiskari hjálp og skuldi upprunaliga takast í brúk fyri átta árum síðani. Men altjóða mótstøða og tiltøk hava gjørt, at arbeiðið er nógv seinkað. Nú er arbeiðið tikið uppaftur, og iranskir talsmenn hava sagt, at ætlanin er at seta tann fyrsta reaktorin í gongd fyri árslok í ár.
Russland hevur lovað Iran brennievni.