Iranskir hermenn eru farnir um markið í tí kurdiska økinum har norðuri í Irak. Sambært kurdiskum embætismonnum jagstra teir iransku hermenninir kurdiskar uppreistrarmenn. Ein talsmaður fyri teir lokalu myndugleikarnar í Norðurirak sigur, at teir iransku hermenninir eru komnir umleið ein kilometur inn um markið, og at teir høvdu millum annað stríðsvognar við sær.
-Hetta er heilt greitt brot á irakska markið, og vit hava kunnað stjórnina í Bagdad um hetta, sigur kurdiski talsmaðurin.
Sambært talsmanninum hava iranskir hermenn jagstrað limir í kurdiska uppreistrarfelagsskapinum PJAK, sum fyrr var partur av kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK. Sagt verður, at teir iransku hermenninir hava skotið fleiri ferðir teir seinastu dagarnar, og at nógvir kurdar eru flýddir burtur frá markinum.