Iranskir miðlar boða í morgun frá, at iranska stjórnin hevur gjøgnumført eina væleydnaða rakettskjóting
Sambært tíðindastovuni AFP varð royndin gjørd seint í gjárkvøldið. Iranskt sjónvarp hevur myndir frá royndini, men óheftar keldur hava framvegis ikki váttað tíðindini.
Talan skal vera um eina millumlongdarrakett, sum røkkur 2000 kilometrar. Hetta merkir, at hon røkkur um meginpartin av Miðeystri, millum annað til Ísraels.
Tað eru annars bara fáir dagar síðani at USA ávaraði Iran móti at gera eina slíka roynd. Í talu síni til ST týsdagin kallaði Donald Trump Iran fyri ein røvarastat, hvørs fremsta útflutningsvøra er harðskapur, blóðbað og ruðuleiki. Svarið frá iranska uttanríkismálaráðharranum, Mohammad Javad Zarif er, at haturstalan hjá Trump hoyrir heima í miðøld og er ikki verd at svara, skrivar hann á Twitter.
Forsetin í Iran, Hassan Rouhani, sum var tilstaðar í ST týsdagin, kallaði taluna fyri óvitandi, absurda og fulla av haturi, tá hann slapp á talarastólin í ST mikudagin.
ST, við USA og táverandi forsetanum Barack Obama á odda, gjørdu annars í 2015 eina søguliga atomavtalu við Iran, men hesa kallaði Donald Trump týsdagin fyri eina skomm. Avtalan sigur, at Iran skal gevast við sínum atom-programmi í býti við at handilsbannið, sum ST-lond hava havt við Iran, verður strikað. Fyrstu boðini frá IAEA týða upp á, at Iran heldur tað, sum landið hevur lovað viðvíkjandi atomprogramminum.










