Iran og Sýrialand skulu hjálpa USA úr Irak

Ein nevnd hjá amerikonsku Kongressini heldur, at USA eigur at taka seg úr Irak, og at iranskir og sýriskir hermenn skulu loysa teir amerikonsku hermenninar av.

Frágreiðingin hjá nevndini er ikki almannakunngjørd enn, men nakrir av nevndarlimunum hava avdúkað ein part av innihaldinum fyri bløðunum Los Angeles Times og The New York Sun. Millum annað verður ein av nevndarlimunum endurgivin fyri at siga, at verandi politikkurin í Irak virkar ikki eftir ætlan, og at tað er neyðugt at ganga aðra leið.

Kongressin setti nevndina fyri sjey mánaðum síðani, og George W. Bush, forseti, tók undir við avgerðini. Hann vónaði, at niðurstøðan fór at stuðla krígsførsluni í Irak, men tann veksandi mótstøðan í Irak hevur fingið nevndina at koma við uppskoti um, at USA eigur at leggja á annan bógv.

-Nevndin heldur, at tað finnast aðrir vegir, sigur fyrrverandi uttanríkisráðharrin James Baker, sum er formaður í nevndini.

Sambært The New York Sun mælir nevndin stjórnini til eina stigvísa afturtøku úr Irak. Hermenninir skulu tó ikki flytast til USA, men teir skulu hava støð ymsastaðni nærhendis Irak, so tað skal bera til at senda teir aftur til Irak eftir stuttari tíð, gerst tað neyðugt.

Iran og Sýrialand

Kongressnevndin er samd við Bush-stjórnini um, at USA eigur framhaldandi at styrkja stjórnina í Bagdad og at fáa uppreistrarmenninar upp í tað politiska lívið. Harumframt kemur nevndin við uppskoti um at draga Iran og Sýrialand upp í arbeiðið at steðga bardøgunum í Irak.

-Sjálvur havi eg altíð hildið, at tað er rætt at tosa við sínar fíggindar, sigur James Baker. Hann vísir á, at hvørki iranar ella sýrialendingar hava áhuga í óstøðugum viðurskiftum í Irak, og tí er tað ikki óhugsandi, at tey eru sinnað at virka fyri at fáa enda á ófriðinum har.

Fyrrverandi amerikanski sendimaðurin í Afganistan James Dobbin hevur verið ráðgevi hjá kongressnevndini, og hann tekur undir við hugskotinum at geva Iran og Sýrialandi ein virknan lut í Irak. Men ein tílík áheitan úr Washington fer at seta krøv, sigur hann.

-So noyðast vit at sleppa tosinum um demokrati og heldur leggja dent á støðug viðurskifti. Vit noyðast eisini at gevast við at tosa um stjórnarskifti, tí vit kunnu ikki tosa um at styrkja Irak og virka fyri broytingum í Iran og Sýrialandi samstundis, sigur James Dobbin.


Blóðugt vikuskifti

Seinasta vikuskiftið var eitt tað mest blóðuga í Irak síðani innrásina við fleiri álopum og bumbuspreingingum. Minst 91 fólk lógu eftirá. Í Bagdad byrjaði harðskapurin, tá 17 shiamuslimskir menn vórðu funnir myrdir fríggjadagin. Stutt aftaná sóust shiamuslimsk álopslið í svørtum klæðum ymsastaðni í Bagdad. Tey avbyrgdu fleiri vegir rundan um tann sunnimuslimska býarpartin. Sambært myndugleikunum vórðu fleiri sunnumuslimskir menn og unglingar tiknir og skotnir, og líkini lógu og sløgdust í gøtunum.

Samanbrestir vóru eisini millum kurdar og sunnimuslimar har norðuri í landinum, og minst 13 fólk lótu lív.