Iran kvettir samband við Bretland

Iran hevur gjørt av at kvetta alt búskaparligt samband við Bretland, og harafturat verður tann bretski sendiharrin í Teheran rendur av landinum.

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at meirilutin av teimum 179 limunum í iranska tjóðartinginum atkvøddu fyri tiltakinum ímóti Bretlandi. Sum skilst atkvøddu fýra ímóti, og 11 atkvøddu ikki.

Sambært AFP viðgjørdi tingið eisini møguleikarnar at revsa onnur lond í Vesturheiminum.

Samtyktin hjá tinginum er ætlað sum eitt svar uppá avgerðina hjá Bretlandi, Kanada og USA fyrr í mánaðinum at seta fleiri tiltøk í verk ímóti Iran fyri at noyða landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.