Iran-kreppan órógvar oljumarknaðin

Ósemjan um iransku kjarnorkuna hevur gjørt oljumarknaðin ótryggan.

Leygardagin gjørdi altjóða kjarnorkueftirlitið av at biðja trygdarráðið hjá ST taka støðu til kjarnorkuætlaninar hjá Iran, og fáar tímar seinni var oljuprísurin hækkaður ein hálvan dollara fyri tunnuna. Í gjár kom ein hálvur dollari afturat oman á prísin, soleiðis at Brent-oljan úr Norðsjónum kostaði beint niðan fyri 64 dollarar fyri tunnuna.

Enn er ikki greitt, hvat trygdarráðið fer at gera við Iran, men marknaðarserfrøðingar siga, at tað fer at fáa stóra ávirkan á marknaðin, um iranar gera av at skerja sína framleiðslu, ella altjóða tiltøk noyða teir til tess.

Iran er eitt tað týdningarmesta landið í OPEC-felagsskapinum. Landið framleiðir umleið fýra milliónir tunnur av olju um dagin, og av hesum fara 2,5 milliónir tunnur til onnur lond.

-Tað merkir, at Iran er næststørsta oljuútflytaralandið í OPEC. Í løtuni er lítið avlop í altjóða framleiðsluorkuni, og tí verður ov lítið av olju á marknaðinum, verður iranska framleiðslan skerd, sigur norski marknaðarserfrøðingurin Benny Clausen við Aftenposten. Hann væntar, at stríðið um iransku kjarnorkuna fer at órógva oljumarknaðin í langa tíð, og at marknaðurin tí verður ótryggur og sveiggjandi.