Hóast Vesturheimurin so seint sum í dag hevur hert handilstiltøkini ímóti Iran, vísir tað seg, at amerikanski úrflutningurin til Iran er vaksin næstan ein triðing higartil í ár.
Nýggj hagtøl vísa, at teir fyrstu átta mánaðirnar keyptu iranar vørur úr USA fyri áleið 200 milliónir dollarar samanborið við 150 milliónir dollarar í fjør. Tann størsti vøksturin er innan mjólkarvørur. Hinvegin hava iranar fingið minni heilivág úr USA, og fleiri amerikanskir bólkar ávara um, at tað kann fáa óhepnar avleiðingar.
USA og onnur lond í Vesturheiminum hava sett eina røð av handilstiltøkum í verk ímóti Iran fyri at fáa landið at sleppa sínum ætlanum á kjarnorkuøkinum, men higartil uttan úrslit.