Iran hóttir USA

Ayatolla Ali Khamenei sigur, at Iran hevur hildið seg til tær kjarnorkuavtalur, sum landið áður hevur gjørt við USA

Ovasti leiðarin í Iran, Ayatolla Ali Khamenei, sigur, at um USA hóttir trygdina í Iran, fer Iran at hótta trygdina í USA. Iran hevur funnist hvassliga at fráboðaða politikkinum hjá USA mótvegis Iran.

 

Iranski leiðarin sigur við statsriknu iransku tíðindastovuna Irna, at hansara royndir við samrøðum við USA hvørki eru "smartar, skilagóðar ella heiðurligar...", og tað er Reuters, sum endurgevur hesar útsagnir.

 

Viðmerkingarnar hjá Ayatolla Ali Khamenei koma fáar dagar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í vikuni skrivaði undir eina forsetafyriskipan um at orða revsitiltøk móti Iran fyri at leggja trýst á landsins kjarnorkuvirksemi.

 

Donald Trump segði seg vóna, at tað ikki verður neyðugt at seta í verk revsititøk móti Iran, og hann segði seg eisini vera til reiðar at hitta iranskar leiðarar.

 

Men, Reuters veit at siga, at USA longu í gjár setti nøkur revsititøk í verk móti iranska oljuútflutninginum. 

 

- Hóttaninar og revsitiltøkini eru tekin um, at amerikanski forsetin leggur eina harða linju móti Iran, tí USA heldur, at landið ger royndir at menna kjarnorkuvápn.

 

Ayatolla Ali Khamenei sigur, at Iran hevur hildið seg til tær kjarnorkuavtalur, sum landið áður hevur gjørt við USA.

 

- Men, USA "breyt hesa avtalu", sigur ovasti leiðarin í Iran og vísir til kjarnorkuavaluna, sum Trump-umsitingin breyt í 2018 og heldur valdi at seta í verk revsitiltøk móti Iran.

 

Umsitingin hjá Trump heldur ikki, at avtalan fór at halda Iran aftur í at menna kjarnorkuvápn, og at landsins politikkur longu tá var í stríð við avtaluna.

 

Vestanlond og Ísrael hava leingi hildið uppá, at Iran roynir at menna kjarnorkuvápn, men iransku myndugleikarnir vísa hesum uppáhaldum aftur.

 

Reuters veit at siga, at 2018-revsitiltøkini móti Iran hava verið hørð fyri iranskan búskap, og sagt verður, at tiltøkini eru ein av orsøkunum til stríðið millum USA og Iran seinastu árini.