Ein agentur hjá ísraelsku fregnartænastuni Mossad er avrættaður í dag í Iran, skrivar almenna iranska tíðindastovan Irna.
– Viðkomandi persónur samskiftið við útlendskar fregnartænastur – teirra millum Mossad – eftir at hava savnað inni loyniligar upplýsingar, verður sagt.
Tíðindastovan upplýsir ongar smálutir um persónin, hvørs samleiki ikki er kendur.
Avrættingin varð framd í landslutinum Sistan-Baluchistan í landssynningspartinum av Iran, har fólkið er sunnimuslimar, og har loysingarfólk leingi hava barst ímóti tí shiamuslimsa prestastýrinum í Teheran.
Í landslutinum, sum hevur mark til Afghanistan og Pakistan, búgva umleið 2,8 milliónir fólk.
/ritzau/Reuters











